Vestmenningur við 260 tonsum av makreli

100 tons skulu leggjast upp í Vestmanna

Uppsjóvarskipið Vestmenningur koma á Vestmanna í morgun. 

Tá vit tosaðu við reiðaran, Eyðun Olsen, fyri løtu síðan segði hann, at Vestmenningun hevði 260 tons.

Talan var um stóran og góðan makrel. 

100 tons vera løgd upp í Vestmanna og restin skal landast á Tvøroyri.

11 mans vóru við hendan túrin og Bjarni Jacobsen er skipari.

MYND: Birgir Waag Høgnesen