vestmenningur sleppur ikki framat hjá Havsbrún fyrr enn mikudagin

Vestmenningur kom í dag (leygardagin)á Vestmanna við 1750 tonsum av svartkjafti.

Bíðirøðin at landa í Fuglafirði er lang, og væntandi sleppur Vestmenningur ikki framat hjá Havsbrún fyrr enn mikudagin, skrivar jn.fo.

Vestmenningur hevur fiskað sunnanfyri hendan túrin.

Tað skrivar fiskur.fo