Vestmenningur skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Vestmenningur kom í vikuni á Runavík, har skipið bíðar eftir landingartørni at landa svartkjaft.

Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á portal.fo

Vestmenningur hevur umleið 950 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.