Vestmenningar hava keypt norska uppsjóvarskipið Krossøy
Reiðaríið, sum rekur partrolaran Vesturbúgvan, hevur keypt nýtt skip.
Tað er norska uppsjóvarskipið Krossøy, sum skal koma í staðin fyri Vesturbúgvan.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin vóru partrolarar, men eftir at Eysturbúgvin sakk á vári í 2022, keypti reiðaríið eitt nýtt skip fyri Eysturbúgvan.
Tað skipið var ikki partrolari, og Vesturbúgvin hevur at kalla ikki verið í vinnu síðani.
55 mió. kr.
Sambært Fiskur.fo er prísurin fyri skipið umleið 55 milliónur danskar krónur.
Tað er smápartafelagið "frá 2/11-1998," sum eigur Vesturbúgvan. Smápartafelagið eigur eisini Skálafoss, helmingin av Fiskavarða og ein fjórðing av Vestmanna Fiskavirki og Vestmenningi.
Skipið, sum er keypt, er smíðað í Noregi í 2011, er 43 metrar langt og 12 metrar breitt.
Nýggja skipið kemur eftir ætlan á føroyskar hendur beint fyri páskir.
Tað skrivar kvf.fo frá Fiskur.fo.