Verjuskip sleipað inn

Fyrrapartin komu Pressarin og Samson við verjuskipinum Hvidbjørnen á Havnina, annar sleipaði og hin stýrdi.

Fyrrapartin komu Pressarin og Samson við verjuskipinum Hvidbjørnen á Havnina, annar sleipaði og hin stýrdi.

Hvidbjørnen hevur fingið eitt brek, sum ger, at skipið fær illa siglt.

Í morgin koma fólk úr Danmark at umvæla brekið.

Hvidbjørnen kom í danska herskipaflotan síðst í november 1992.

Tey fýra donsku verjuskipini, Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen, sum eru í føroyskum og grønlendskum sjógvi, eru nú so gomul, at tey kosta sera nógv at halda viðlíka, og tey brúka nógva olju.

Tað skrivar kvf.fo

Myndina eigur vp.fo