Verður kikarin settur fyri blinda eygað ...?

Hendan greinin snýr seg serliga um natúrliga fiskadeyðiligheit

Fyri mær tykist tað, sum um tað er meira ómaksleyst og meira populistiskt at luttaka í hørðum kjaki um ymiskar skipanir, heldur enn at fyri halda seg til, hvat ið gongur fyri seg í havinum.

Tað er Meinhard Jacobsen, fiskivinnuverkfrøðingur sum skrivar greinina.

Hann skrivar.

Kom nú ein dagin fram á eina grein við heitinum:

Natural mortality in exploited fish stocks: annual variation estimated with data from trawl surveys” og útgivin 23. mai 2022 í ICES Journal of Marine Science, Volume 79, Issue 5, July 2022, Pages 1569–1582, https://doi.org/10.1093/icesjms/fsac063

Hendan greinin snýr seg serliga um natúrliga fiskadeyðiligheit og hvussu hon kan variera. Á enskum eitur deyðiligheit ‘mortality’, og í greinini verður bókstavurin ’M’ brúktur um náttúrliga deyðiligheit. Støddin av M kemur av einum samansettum samanspæli av nógvum náttúruviðurskiftum, men fevnir um fisk, sum doyr ein nattúrligan deyða, m.a. av elli, av svongd, av at vera etin v.m.

M er tí ikki støðugt, men er m.a. bundið av m.a. kappingini millum stovnar um føði, at fiskasløg ikki bara eta hvørt annað, men eisini eru kannibalar, at minni individ eru meira úttsett at vera etin enn størri individ osfr.

Men fiskur doyr eisini, tí at hann verður fiskaður. Skilt verður sostatt millum tvær orsøkir til deyða hjá fiski: náttúrligur deyði, í modellunum kallað (M) deyða grundað á fiskiskap, í modellunum kallað (F).

Líkningin fyri samlaðu deyðiligheitina Z er sostatt: Z = M + F.

https://www.fao.org/3/X6845E/X6845E04.HTM

----------

Greinin staðfestir, at M vanliga verður sett til eitt fast virði 0,2 (20%) fyri fiskastovnar sum verða gagnnýttir, men staðfestir samstundis, at hetta ikki er rættvísandi. Um M altíð verður sett til 0,2 so passar tað ikki við tað, sum hendir í náttúruni. Greinin staðfestir at í náttúruni eru tekin um, at M varierar sera nógv.

Sum dømi um eitt lægri M enn 0,2 verða víst til arktiskan-norskan tosk, har M kann vera ímillum 0,05-0,15 (5-15%).

Sum dømi um eitt hægri M enn 0,2 verður víst til ávikavist Golf of St. Lawrence (Kanada), tá ið hesin var stongur fyri fiskiskapi (M: 0,4 ella 40%,) og til eitt øki á “Eastern Georges Bank”  fyri árini 2005-2010, tá ið toskastovnurin var sera lítið troyttur (M: 0,8 ella 80%).

----------

Neyvan í nøkrum búskapi hevur fiskivinna størri týdning, enn hon hevur fyri føroyska búskapin, og vit hava tí góðar grundir fyri at hava holla vitan um tilfeingið í havinum. Tí hevur tað altíð undrað meg somikið meira, at okkara fiskifrøði altíð arbeiðir út frá teirri fyritreyt, at M altíð liggur rimmarfast á 0,2.

Endamálið við sokallað modellum ella myndlum eru at fáa eina eftirfarandi mynd av veru-leikanum, t.v.s. av:

- teimum faktorum, sum eru viðkomandi (í hesum føri broyttur sjóvarhiti, nøgd av æti, veiða osfr.), og

- tí samansetta samanspælinum millum ymisku faktorarnar.

Grundað á hesa vitan kann hvør, sum vil, hava eina meining um støðuna, meðan onnur hava skyldu til at fyrihalda seg til hesa vitan: Havstovan skal gera tilmæli um, hvat er rættast at gera, og avvarðandi landsstýrisfólk/fyrisiting skulu taka avgerðir um fiskiveiðupolitisk tiltøk og møguliga tingfólk eisini.

Fyrisitingin av okkara fiskiveiðu eigur sjálvsagt at vera grundað á m.a. vitan um broyttar fyri­treytir í náttúruni. Men um veruleikin er øðrvísi enn tølini, sum modellið kemur við, so verða ráðgevingin og tilmælini hareftir, og kanska tiltøk sett í verk, sum als ikki ‘raka’ veruliga trupulleikan.

Tá ið M á hvørjum ári verður sett til 0,2, so er ikki vist, at tað er samsvar millum tað, sum Havstovan og myndugleikarnir fyrihalda seg til (tølini, sum modellið kemur við), og veruligu støðuna hjá fiskastovninum.

Tí átti tað at verið ein sjálvfylgja, at vit støðugt útvega okkum kunnleika um broytilig viðurskifti í sjónum. At M er sett til 0,2 eina ferð í tíðini er helst grundað á kanningar, og eftirsum viðurskifti i náttúruni broytast sjáldan frá degi til dags, so hevur 0,2 ókritiskt verið brúkt sum konstantur.

Um M bert ókritiskt verður ásett sum ein konstantur, so hevur tað tí natúrligu avleiðing, at fokus – kanska óneyðugt og kanska av órøttum – altíð verður sett á F sum verandi alt avgerandi fyri hvussu ein fiskastovnur kan gagnnýtast. Broytingar í M – deyðiligheit, sum stendst av øðrum enn fiskiskapi – eiga at vera eitt prioriterað fokus

Seinastu árini hava verið fleiri broytingar, sum geva orsøk fyri at spyrja, um M kann vera broytt, m.a.:

- hendi eingin broyting í M, tá ið rovfiskurin makrelur gjørdi innrás í føroyskan sjógv?

- hendi eingin broyting í M er eftir at vit árliga eru farin at ala 80-100.000 tons av laksi?

- standast ongar broytingar í M av broytingum í veðurlagnum, sum eru farnar fram seinastu árini?

Havstovan um veiðu og tilgongd av toski og upsa
Havstovan er komin við sínum tilmæli um fiskiskap fyri tosk, hýsu og upsa fyri 2024. Sam­bært Havstovuni er støðan katastrofal – í øllum  førum fyri toskastovnin, og sambært Havstovuni er veiðitrýstið alt, alt ov høgt.

Fyri upsa er galdandi, at hóast Havstovan í áravís hevur ført fram, at upsastovnurin hevur ver-ið rímuliga væl fyri og talið av fiskidøgum tískil er hækkað í fleiri umførum seinastu árini, so er upsaveiðan minkað ár fyri ár og er nú í nøgd bert ein brotpartur av tí hon hevur verið.

Sambært Havstovuni hevur tilgongdini av toski og upsa verið sum víst í talvunum niðanfyri. Hóast talvurnar vísa, at tilgongdin er skiftandi og óvissan er sera stór, so sæst, at eftir uml. ár 2000, so hevur tilgongdin fyri bæði tosk og upsa verið greitt fallandi.

LES ALT HER Dimma.fo | Verður kikarin settur fyri blinda eygað ...?