Venda blint eyga til manningartrot í feskfiskaflotanum

Herfyri læt Búskaparráðið frá sær eina temafrágreiðing um ‘Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini’ aftur við millum annað einari staðfesting av at her er “Ógvusligur tørvur á arbeiðsmegi til vælferð”.

 

Vit fara ikki beint nú at viðgera sjálvt innihaldið í nevndu frágreiðing, og sigast skal eisini at vælferðarøkið sum evni er áhugavert og týdningarmikið bæði so og so. Og tað er sjálvandi gleðiligt at Búskaparráðið vísir á ítøkiligar tørvir.

 

Tað sum hinvegin undrar okkum, er hví Búskaparráðið ikki hevur sýnt størri áhuga fyri tí álvarsliga troti á arbeiðskraft sum partar av fiskivinnuni hava liðið undir í fleiri áratíggju. Hvat hetta hevur kostað samfelagnum í mistum útflutningi, vinnuligum virksemi, hýrum, lønum og skattum — tað kundi Búskaparráðið hóskandi havt hugt uppá og gjørt tankar og tilmælir útfrá.

 

Mong av teimum fiskiskipum sum ikki eru útgjørd við frystaríi umborð, tað veri seg línuskip, trolarar ella garnaskip — sum undir einum verða nevnd feskfiskaflotin — hava í longri tíð havt ein afturvendandi trupulleika við at útvega manning. Hesi skip noyðast stutt sagt at velja ímillum at seta útlendingar ella at hava ov nógvar nýbyrjarar við.

 

ĺ seinastuni hevur skilið verið so ringt hjá onkrum av bátunum, at teir hava ligið svínabundnir. Okkurt línuskip hevur ikki verið til fiskiskap síðan einaferð í endanum á februar mánað.

 

Orsøkirnar til hesa støðu eru fleiri, og eingin ivi er um at málið átti at verðið nærri kannað. So mikið er tó greitt at ein alt ov lág minstaløn eigur sín part, serliga tá hetta verður sett upp ímóti uppskrúvaðum kostnaðar- og lønarstigi á landi.

 

Loysir seg ov illa

 

“Tað er so galið at tað loysir seg betur fyri fólkið at liggja heima tá fiskaríið er so smáligt og fiskaprísirnir harafturat eru so vánaligir,” segði ein útgerðarmaður vit tosaðu við. “Hýran kom í longri tíð ikki upp um minstuløn, og minstalønin fyri dekkarar er ikki meir enn 1100 krónur um samdøgrið — og tá skulu vit minnast til at teir baldrast úti á havinum 24 tímar um samdøgrið, og fáa ikki eina krónu tá teir liggja inni. So vit komu í ta støðu at fleiri og fleiri fóru av, og tað endaði við at vit máttu leggja skipið.”

 

Skipið liggur sannlíkt í fleiri mánaðir afturat, hóast tað hevur góð fiskirættindi.

 

Onnur ísfiska línuskip eru í líknandi støðu, og hóast ísfiska trolarar sum heild ikki hava verið líka hart raktir ger trupulleikin seg eisini galdandi har.

 

“Ja, hetta er eitt problem fyri teir allarflestu,” segði ein útgerðarmaður sum varðar av trolarum. “Kappingin um arbeiðskraft, eitt nú við byggivinnuna, er hørð og sera kostnaðarmikil, og í tí samanhanginum er ein ov lág minstaløn eisini við til at skeikla viðurskiftini til skaða fyri ísfiskaflotan. At taka útlendingar umborð á skipini er blivið meira og meira vanligt av somu orsøk, men vit hava her higartil valt at leggja meira dent á at hava føroyingar við. Hetta heur við sær, at hugurin at sigla ikki er tann sami, serliga tá teir kunnu fáa væl betri burturúr á landi sum lastbilførarar ella handverkarar. Sum tað sær út nú, er tað ikki meir enn tað loysir seg yvirhøvur fyri okkara bátar at loysa frá landi.”

 

Tíð at vakna

 

Talan er yvirhøvur um eina kreppustøðu fyri ísfiskaflotan — eitt sera óheppið samanspæl frá fleiri síðum: órógvan av Korona, lækkaðir fiskaprísir, ov lágar hýrur í mun til lønir á landi og minkaður fiskiskapur, har eisini óneyðuga leingi og óneyðuga umfatandi stongdar leiðir viðvirka til niðurgangin, og tískil verri og verri at fáa fólk.

 

Hetta er sera spell. Men vit kunnu rokna við at óskilið stendur við og versnar so leingi nevndin í Trygdargrunninum ikki hækkar ta alt ov lágu minstulønina, og so leingi einki verður gjørt frá landsins síðu fyri at lata upp stongdar leiðir sum fyri langari tíð síðan skuldu havt verið opnar aftur fyri fiskiskapi.

 

Vit kunnu altíð — og tað skulu vit eisini — vóna at fiskarí og fiskaprísir batna undir verandi fyritreytum; men Trygdargrunnin hava vit júst til at verja ímóti ringum sveiggjum og veita manningunum eina sømuliga trygd tá fiskiskapur og prísir falla munandi.

 

Hetta er alt í grundini eisini ein spurningur um at varðveita haldgóðar skipanir og karmar í samfelagnum, og ikki minst at tryggja at dugnaligt fólk og teirra virðismikla vitan ikki hvørvur úr vinnuni ella av landinum — umframt sum vera man at verja arbeiðspláss og inntøkur. Vit vita av beiskum royndum at tílíkt er ikki nøkur sjálvfylgja, og tí ræður tað eisini um at ikki sova í tímanum men heldur at vera árvakin og gera neyðug tiltøk í rættari løtu.

So at minstalønin verður justerað upp nú, er væl og virðiliga upp á tíðina — ja, eitt ófrávíkligt krav.

 

Okkum vitandi hevur Búskaparráðið ongantíð gjørt vart við hendan trupulleika, tíansheldur umtalað tær búskaparligu avleiðingar tað hevur fyri tað føroyska samfelagið tá skip fáa trupulleikar við at útvega hóskandi arbeiðsmegi og í summum førum enntá mugu leggja stilt vegna manningartrot. Men tað er sanniliga eisini upp á tíðina at tey fólkini vakna.