Veiðigjøldini hækka 1. august

serliga erntað veiðigjaldið fyri makrel sum hækkar nógv

Veiðigjøldini fyri makrel og svartkjaft hækka 1. august, kunnger landsstýrið.

Og veiðigjaldið fyri makrel hækkar nógv.

Tað fer upp í sjey krónur og 73 oyru fyri kilo. Gjaldið er nú fýra krónur 50 oyru.

Veiðigjaldið fyri svartkjaft fer upp í 76 oyru fyri kilo.Tað er 43 oyru.

Sildin fer niður í eina krónu og 49 oyru. Veiðigjaldið á sild er nú eina krónu og 51 oyru.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo