Veiðibann verður longt

Fiskivinnumálaráðið ætlar at leingja veiðibannið á seks gýtingarleiðunum 1.februar

Fiskivinnumálaráðið ætlar at leingja veiðibannið á seks gýtingarleiðum 1.februar.

Sambært uppskoti um tað verður til dømis veiðibannið, har tað nú er frá 15.februar til 31.mars broytt frá 1.februar til 1.mai.

Í nøkrum førum verður veiðibannið longt ein mánað.

Í øðrum førum bara í ein dag.

Á Føroyabanka, har veiðibannið nú er frá 1.mars til 1. mai, verður tað longt frá 15.februar til 16.mai.

Havtaska, sum er á myndini er tó undantikin.

Brot merkir mist rættindi

Vørn kann alt fyri eitt taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um reglurnar um veiðibann ikki vera hildnar.

Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til fýra vikur hvørja ferð.

Uppskotið um broytingar í veiðibanninum á gýtingarleiðum er til hoyringar í løtuni.

Tað er á [email protected]. Hoyringarfreistin er til 15.januar.

Veiðibannið verður longt í einari roynd at verja fiskastovnarnar.

Tað skrivar kvf.fo