Veiðibann á gýtingarleiðum sent til hoyringar
Harumframt eru gjørdar smávegis tekniskar broytingar í kunngerðini.
Freistin at gera viðmerkingar er 15. januar 2024.
Sambært tilmælinum frá Havstovuni fyri 2024 hevur støðan í toskastovninum ongantíð áður verið so vánalig, og gýtingarstovnurin er komin niður um ásetta minstamarkið, Blim. Neyðugt er við átøkum, fyri at verja og endurreisa stovnin.
Umframt tilmælið um at skerja fiskidagatalið í 2024, mælir Havstovan til at seta onnur tiltøk í verk, fyri at verja toskastovnin á føroyska landgrunninum og á Føroyabanka. Eitt týðandi tiltak er at leingja galdandi gýtingarfriðingar, soleiðis at tær byrja fyrr og enda seinni.
Landsstýrismaðurin ætlar at fylgja tilmælunum frá Havstovuni, og skotið er tí upp at leingja veiðibannið á teimum leiðum, har toskur gýtir.
Ætlanin er, at kunngerðarbroytingin skal fáa gildi frá 1. februar 2024.
Uppskotið til broyting í kunngerð sæst undir “Uppskot til ummælis” her á síðuni.