Veðurmenninir lovaðu upp í kolandi storm og 12-14 metur høgar aldur
Komu undir land áðrenn stormurin kom
Eitt av fiskiskipunum, sum kom undir land at kroka, nú stormurin aftur ýldi um oyggjarnar sunnukvøldið og til middags í dag, er frystitrolarin Brestir. Hann royndi eftir svartkalva eystur úr Fugloyarbankanum.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Tj Myndir
-Vit fóru at sigla inn undir land, áðrenn nógvi vindurin og høgu aldurnar komu, tí aftaná er trupult at sigla. Veðurmenninir lovaðu upp í kolandi storm og 12-14 metur høgar aldur.
Tað sigur skiparin á Brestir, Birgir Hansen.
-Tá vit kortini lógu undir landið, sigldu vit inn á Runavík, har okkurt smávegis skuldi gerast við scanmar trolútgerðina. Samstundis bunkra vit, so vit kunnu vera úti í fýra vikur, tá vit nú fara avstað aftur seinni í dag, sigur hann.
-Ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið, so hetta er okkara fyrsti túrur í ár. Vit hava roynt í fimm dagar og fiskiskapurin var í lagið. Tí var tað spella, at noyðast at ríma av fiskileiðini, men soleiðis eru viðurskiftini nú einaferð hjá fiskimanninum, sigur Birgir.
11 mans eru við Brestir. Ein sum lesur til maskinmeistara er við í starvsvenjing.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.