Veðurforsøgnin
Í dag
Frískt lot upp í frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum frá líður lækkar niður í útsynning. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 8 og 11 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 13 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi ella skrið vestan, 13 til 18 m/s. Seinnapartin minkar hann niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og onkur æl. Hitin millum 6 og 11 stig.