Veðurforsøgnin

til og við hósdagin

Sunnudagin

Fyrrapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt einstakt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, tað dregur á luftina, men framvegis bert okkurt einstakt ælið. Út á kvøldið og um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 8 til 12 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og um morgunin regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Út á kvøldið um náttina lítið lot av útsynningi ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.

Týsdagin

Hann veksur vinin upp í frískan ella strúk millum norðan og útnyrðing, 8 til 13 m/s. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, og um náttina niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Mikudagin

Um morgunin lítið av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sum frá líður veksur hann vindin; seinnapartin upp í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s; út á kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind millum sunnan og landsynning, 10 til 15 m/s. Allan dagin samdrigið, fyrst við onkrum ælið, men út á kvøldi samregn. Um náttina støkkur hann vesturum yvir í útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og sum frá líður slítur í. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískan vind sunnan, 3 til 10 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.