Veðurforsøgnin

til og við mikudagin

Leygardagur

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum kanska sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig.

Sunnudagur

Lot til frískt lot av eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Um náttina veksur vindurin. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mánadagur

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Týsdagur

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og einstøk æl. Um kvøldið og náttina minkar vindurin spakuliga. Hitin millum 3 og 8 stig.

Mikudagur

Lot til frískt lot um norðan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 6 stig.