Veðrið um vikuskiftið

Nú er høgættin komin aftur við kulda og løtum við kavaælingum

Nú er høgættin komin aftur við kulda og løtum við kavaælingum. Eitt lágtrýst var á middegi í dag beint eystan fyri Fugloynna, og tað fer í landsynning næstu dagarnar og fer at draga kalda luft til sín – og tað er fram við Føroyum.

Trýstið í miðjuni er nokkso lágt, og tí fer tað at vera nakað vindi í dag og í morgin. Sunnudagin er tað grynt so mikið, at vindurin minkar nokkso nógv.

Restina av degnum í dag fer hann úr útsynningi ella vestri upp í útnyrðing, vindferðin 13 til 18 m/s. Eitt sindur minni vindur í nátt høgt, 10 til 15 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin í dag upp í 7 stig; í nátt niður í 2 ella 3 stig.

Í morgin liggur hann av norði allan dagin, 10 til 15 m/sm smáskýggjað og ælaveður, eisini við vátakava í støðum. Sunnunáttina minkar vindurin, og ættin gongur niður í landnyrðing. Hitin 3 til 7 stig.

Sunnudagin landnyrðingur, 5 til 10 m/s, skýggjað og kavaæl. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 5 stig.

Gott vikuskifti.