Veðrið um vikuskiftið
Eitt kalt høgættarrák hevur verið í nakrar dagar, og tað fer at liggja í eitt lítð samdøgur afturat ella so. Tann kalda luftin er komin til okkara allan vegin av leiðunum við Norðureysturgrønland. Fjøll eru hvít kring landið.
Eitt lágtrýst sunnan fyri Føroyar dregur ta køldu luftina til sín, og á vegnum fer hon framvið, so vit merkja hana so væl.
Lágtrýstið fer sín veg longur eystureftir, meðan megin fer úr tí, og í staðin kemur eitt annað vestaneftir og fer at nærkast okkum í morgin. Í stuttum fer tað at hava við sær, at ættin fer niður í landsynning um middagsleitið í morgin, og brúgvalag við regni, sum hoyrur til hetta lágtrýstið, fer framvið leygarkvøldið og sunnunáttina.
Meira ítøkilig, so fer hann at liggja av norði restina av degnum í dag, vindferðin í miðal 5 til 10 m/s, í støðum tó upp í 13 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Allan dagin í dag er skiftandi skýloft og yvirhøvur turt – tó kann okurt ælið væntast í støðum. Hitin í dag er um 3 stig; í nátt fer hann niður í 2 kuldastig.
Í nátt minkar vindurin niður í eitt lítið lot – t.e. minni enn 5 m/s – av ymsum ættum. Seinnapartin í morgin veksur vindurin av landsynningi, og um kvøldið er vindferðin komin upp í 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Um náttina og líka til komið er til kvølds, er loftið hálvskýggjað. og tað er yvirhøvur turt, men út á kvøldið er samdrigið og regn. Hitin í morgin fer eitt sindur longur upp enn í dag, upp í 7 stig um dagin; um náttina 2 stig (hitastig).
Sunnudagin er hann enn landsynningur, 8 til 13 m/s, men út á seinnapartin fer hann niður í sunnan og minkar vindin eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, til komið er út á seinnapartin. Tá klárnar heilt fitt, verður bert smáskýggjað og okkurt hendinga ælið. Hitin sunnudagin upp í 9 stig; um náttina niður í 4 stig.
Gott vikuskifti.
( Tað skrivar Hanus Kjølbro á Nordlysid.fo)