Veðrið til á middegi leygardagin
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi, skrivað kl 05:25 UTC (Lokal tíð: 06:25)
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið, mjørki ella lágt skýloft við driv og í løtum regn. Hitin 10 til 14 stig. Tó, í støðum undan ættina smáskýggjað og møguliga sólglottar, og hitin 14 til 16 stig.
Í kvøld lækkar hann niður í sunnan, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Framvegis samdrigið, mjørki í støðum og driv ella regn, tó í støðum undan ættina smáskýggjað og sólglottar. Hitin 10 til 12 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárnar út á fyrrapartin til smáskýggjað og sólglottar. Hitin 10 til 16 stig,