Veðrið - nógvur vindur

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, sum frá líður samdrigið.

Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið, og ælaveður ella regn í vestara partinum av landinum, annars yvirhøvur turt.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. samdrigið og regn, fyrst vestanfyri.

Seinnapartin støkkur hann vesturum til lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, og tað slítur í. Hitin 10 til 13 stig alt samdøgrið.