Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í vikuni fer veðrið ikki at broytast nógv dag fyri dag. Ættin fer alla vikuna at liggja um norðan ella landnyrðing.

Tað er eitt hátrýst yvir Grønlandi, sum fær kalda luft av Norðpólinum at reka allan tann langa vegin til Føroya.

Har norðuri er nógv kaldari enn í Føroyum, men luftin ornar tíbetur á vegnum hendanvegin. Hitin við Føroyum fer at liggja um frostmarkið – ikki langt niðriundir ella langt omanfyri.

Í luftstreyminum er nógvur kavi, sum fer at detta niður í Føroyum í ælingum ella í longri løtum við áhaldandi kavaavfalli.

Vindferðin eitt sindur skiftandi. Mesti vindur upp í 13 m/s, so tað verður einki illveður í vikuni. Minsti vindur er niður í 3 m/s.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag: TRYAT HER https://nordlysid.fo/tidindi/77789/vedrid-i-vikuni