Veðrið í vikuni

Í vikuni fara skiftandi lágtrýst at liggja á leiðini sunnan fyri Ísland, meðan eitt hátrýst fer at liggja yvir Skandinavia.

Ættin í Føroyum fer fyri tað mesta at vera landsynningur, ella eitt sindur báðumegin við. Vindferðin fer onkra løtu upp í móti 13 m/s, men fyri tað mesta um 5 til 10 m/s.

Skýloftið fer at eitt sindur skiftandi við løtum við klárum lofti, men eisini verða løtur við regni – tó ikki so nógvar.

Mánadag:

5 til 10 m/s av landsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fram ímóti middegi minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Hitin millum 6 og 9 stig.  

Týsdag:

Eitt skifti í nátt 3 til 8 m/s av eystri, samdrigið og regn ella ælaveður, men um morgunin fer hann niður í landsynning og veksur vindin upp í 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og fyri tað mesta turt, tó okkurt ælið í støðum – og soleiðis verður veðrið restina av degnum. Hitin týsdagin 5 til 8 stig.

Mikudagin:

Framvegis landsynningur, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið fyrrapartin. Seinnapartin og um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Hósdagin:

5 til 10 m/s av landsynningi, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Aftur 5 til 10 m/s av landsynningi, smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Tað skrivar veðurfrøðingurin Hanus Kjølbro.