Veðrið - vindur upp í skrið - í støðum grovt regn
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
Fyrrapartin veksur hann vindin so líðandi til strúk upp í skrið millum sunnan og landsynning, 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn.
Seint seinnapartin verður skiftandi skýloft og tað slítur í.
Í kvøld og í nátt framvegis strúkur í vindi upp í skrið sunnan, sum frálíður gongur hann vestur í útsynning, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið.
Fyrrapartin í morgin framvegis strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, men mesti vindurin vestanfyri. Smá ella hálvskýggjað og bert hendinga ælið. Hitin 8 til 12 stig.

