Veðrið í dag og veðurforsøgnin
Veðrið í dag
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, tó norðanfyri frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað, mest norðanfyri, ella hálvskýggjað, og yvirhøvur turt.
Seinnapartin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, og í støðum okkurt ælið.
Í kvøld og í nátt lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin minkar niður í lítið lot av útnyrðingi, sum frálíður eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Forsøgnin komandi dagarnar
Týsdagin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, sum frá líður regn. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin
Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, kanska onkur sólglotti; seinnapartin vestan. Hitin 9 til 12 stig.
Hósdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn. Hitin 9 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 12 stig.

