Veðrið - Fyrrapartin í morgin verður vindurin upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s.
Hvassuur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 23 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men sum frálíður kemur regn vestaneftir.
Seinnapartin minkar vindurin norðanfyri og vestanfyri niður í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Sunnanfyri minkar hann ikki fyrr enn í kvøld.
Í nátt byrjar vindurin at veksa aftur upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s.
Fyrrapartin í morgin verður vindurin upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s. Samdrigið og regn.
Út móti middegi gongur hann upp í vestan og tá verður vindurin í upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.