Veðrið

Mánadagin og týsdagin

Mánadagin:

Veksandi vindur upp í 10 til 15 m/s  av norði. Um kvøldið gongur hann niður í útnyrðing. Skýloftið er skiftandi við onkrum æli av og á, um náttina kanska vátakavi ella kavi. Hitin fer at liggja millum 3 og 7 stig, men um náttina niður ímóti frostmarkinum.

Týsdagin:

Ættin millum norðan og útnyrðing, 10 til 15 m/s. Seinni minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s og fer at liggja millum norðan og landnyrðing. Skýloftið skiftandi við ælaveðri, har sum vátakavi ella kavi kunnu vera uppií. Um náttina minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, loftið meira skýggjað, og bert okkurt ælið við vátakava ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig um dagin; um náttina millum frostmarkið og 3 stig.

Hanus Kjølbro, veðurmaður