Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.
Út á fyrrapartin gongur hann upp í vestan og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og tað slítur í.
Seinnapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.
Í kvøld lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Í nátt eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og sum frálíður ælaveður.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 11 stig.