Veðrið
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og í morgun okkurt ælið, men sum frálíður yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig, tó í morgun í støðum niður móti frostmarkinum.
Seinnapartin minkar vindurin til lot til frískt lot og sum frálíður lækkar hann niður í eystan og í kvøld niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.
Í nátt veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Tað dregur á luftina og móti morgni fer at regna. Hitin 4 til 8 stig.
Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

