Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

 

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum, í støðum tám ella mjørki, mest sunnanfyri og vestanfyri.

Í kvøld gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, í nátt og fyrrapartin í morgin vestan. Skýggjað, vestanfyri tám ella mjørki í støðum við sirmi ella onkrum æli, men eisini klárt í støðum, serliga eystanfyri. Hitin um dagin 12 til 17 stig; um náttina 8 til 11 stig.