Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin,

Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, í støðum eitt skifti upp ímóti 20 m/s. Seint út á kvøldið hækkar ættin upp í norðan.

Fyrrapartin fríggjadagin frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s.

Alt samdøgrið skiftandi skýloft og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin 1 til 5 stig.