Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Sum líður á fyrrapartin fer at regna. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi, 13 m/s. Í nátt fer hækkar hann upp í landnyrðing. Norðanfyri veksur vindurin sum frá líður upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s; sunnanfyri minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Fyrrapartin í morgin kring alt landið frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 8 til 12 stig.