Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í eitt frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s.

Í kvøld gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og sum frálíður slítur í.

Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 15 stig.