Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað, tám ella mjørki og sum frá líður regn.

Seinnapartin lækkar ættin niður í landsynning.

Í kvøld og í nátt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið ella sirm í støðum.

Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og framvegis bert okkurt ælið ella sirm í støðum. Hitin 10 til 16 stig.