Veðrið

Skýggjað og regn, í støðum grovt regn.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og regn, í støðum grovt regn. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður ella regn.

Sum frá líður seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður.

Í nátt frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið.

Út á fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig, í nátt niður í 5 stig.