Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti skrið, 18 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, mest norðan, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað og okkurt ælið, sum frá líður turt fyri tað mesta og sólglottar. Hitin alt samdøgrið 6 til 11 stig.

