Veðrið

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi

 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Sum frálíður minkar vindurin.

Út á seinnapartin lítið lot, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann eysturum og tað dregur á luftina.

Í nátt lot til frískt lot av landnyrðingi , 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, eystanfyri møguliga regn.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Sum frálíður hálvskýggjað og turt. Hitin 10 til 12 stig, í nátt niður í 7 stig.