Veðrið
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum út á seinnapartin minkar niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sólglottar og kanska okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta.
Út á náttina lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og tám ella mjørki, kanska við onkrum æli ella driv í støðum. Hitin 9 til 14 stig.