Veðrið
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður smáskýggjað ella klárt, sólglottar og turt.
Í kvøld hálvskýggjað við høgum skýlofti. Fyrrapartin í morgin hálvskýggjað, stundum við sól. Hitin um dagin 7 til 10 stig, í støðum upp í 12 stig; í nátt niður í 4 stig.