Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Eitt lot sunnan, minni enn 6 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki ella tám.

Fram ímóti middegi gongur hann í landsynning, vindurin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað verður ælaveður.

Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og tað fer sum frálíður at regna. Hitin 10 til 14 stig.