Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi, skrivað kl 06:10

 

 

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s.

Í kvøld minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og einstøk vátakava- ella kavaæl. Hitin út frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt niður í -2 stig.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin veksur til millum 3 og 8 stig.