Veðrið
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind upp í strúk vestan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum mjørki, men kanska eisini sólglottar.
Í nátt minkar vindurin spakuliga. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, í støðum mjørki. Hitin millum 6 og 12 stig.