Veðrið
Frískur vindur upp strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, tó norðast upp í skrið, 18 m/s, og sunnast niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður.
Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin eitt skiftið niður í lot av ymsum ættum, minni enn 8 kring landið áðrenn vindurin veksur aftur upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s; fyrst sunnanfyri.
Seinnapartin veksur vindurin upp í vind til hvassan vind av útsynningi ella vestri, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður.
Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s. Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Sum frá líður gongur hann niður í útsynning, og minkar niður í frískt lot, minni enn 8 m/s.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig.

