Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skýggjað og stundum regn ella vátakavi, sum frá líður vátakavi ella kavi. Hitin í dag -2 til 2 stig.
Leygardag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind norðan ella av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, framvegis skýggjað og okkurt kava- ella vátakavaælið. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.