Veðrið
Frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum í hvassan vind, 15 m/s. Í kvøld og í nátt minkar vindurin spakuliga. Smáskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum tám og mjørki.
Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað við tám og mjørka men í støðum eisini sól. Hitin millum 10 og 15 stig.