Veðrið
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, í støðum bert lítið lot, minni enn 5 m/s; hálvskýggjað, høgt skýloft og yvirhøvur turt, við sólglottum fyrrapartin.
Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið.
Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn.
Fyrrapartin í morgin slítur í og eitt skiftið minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s; men veksur síðani aftur upp í frískan til strúkan vind, 8 til 13 m/s. Hitin 10 til 13 stig.