Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt – tó okkurt ælið í støðum.

Í nátt lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, sum frá líður samdrigið og regn ella ælaveður.

Hitin 5 til 10 stig; í støðum har tað lívir fyri ættini upp í 13 stig.