Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískur vindur upp í strúk millum eystan og landsynning, 8 til 13 m/s, í kvøld vaksandi upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi ella heglingur.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og framvegis okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.