Veðrið

Til og við tysdagin

Sunnudagur

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft, kanska okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í strúk um landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin 9 til 13 stig.

Mánadagur

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út ímóti kvøldið slítur í og skýloftið klárnar eitt sindur og ættin fer yvir í útsynning. Seinni sunnan og vindurin minkar, og tað verður meira skýggjað. Hitin 9 til 13 stig.

Týsdagur

Frískur vindur upp í strúk millum landsynning og útsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og løtur við regni ella ælaveðrið. Hitin 9 til 13 stig.