Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi

 

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 12 stig, í nátt verður kaldari; niður millum 4 og 8 stig.