Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Sól og turt fyri tað mesta, sum frá líður tám ella mjørki í støðum. Hitin í dag 9 til 15 stig.

Leygardag fyrrapart frískt lot upp í frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sól ella sólglottar, tó í støðum tám og surk ella okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.