Veðrið

Forsøgnin fram til hósdagin á middegi

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur, 15 m/s.

Skiftandi skýloft og stundum okkurt ælið ella driv í støðum. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.
 

Hósdagur:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, seinni vaksandi upp í skrið, 18 m/s. Fyrst skiftandi skýloft og turt ella okkurt ælið í støðum, seinni regn sunnaneftir. Hitin 7 til 12 stig.