Veðrið

Í dag, jólaaftan og fram til mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og kavaæl.

Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, samdrigið og avfall, norðanfyri kavaavfall, sunnanfyri regn ella vátakavi.

Um kvøldið gongur hann í útnyrðing, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og kavaæl kring alt landið.

Jólanátt lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
 

Mánadagur, jóladagur:
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Um náttina frískur vindur upp í ein strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
 

Týsdagur, 2. jóladagur:
Frískur vindur upp í ein strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður við kava ella vátakava. Seinnapartin minkandi vindur. Um kvøldið og náttina eitt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
 

Mikudagur:
Lítið lot norðan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt kavaælið. Hitin úr frostmarkinum og upp í 4 stig.

  •